Okkara virði

Í KFUM&K brenna vit fyri, at onnur eisini skulu

hoyra um Jesus, kenna Jesus og verða sum Jesus


Gleðiboðskapurin

Og hann segði við teir: «Farið út um allan heimin og kunngerið gleðiboðskapin fyri øllum skapningum» (Mark 16, 15)


Vit tráa eftir, at onnur skulu hoyra gleðiboðskapin


Kærleiki

Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan (Jóh 13, 34)


Vit vilja elska onnur, sum Hann elskar okkum


Lærusveinaskapur

Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum (Matt 28, 19-20)


Jesus gjørdi lærusveinar og biður okkum gera tað sama


Tænastur

Tí at menniskjusonurin er ikki heldur komin fyri at verða tænaður, men fyri at tæna og at geva lív sítt sum loysigjald fyri mong (Mark 10, 45)


Eins og Jesus kom at tæna, eiga vit at gera tað sama


Lovsongur

Komið, latum okkum fyri Harranum fegnast, rópum fagnaðarróp fyri várar frelsu kletti! (Sálm 95, 1)


Við lovsangi koma vit fram fyri Gud og prísa honum, sum bjargar okkum


Einleiki

Men eg biði ikki eina fyri hesum, men eisini fyri teimum, sum fyri orð teirra fara at trúgva á meg, at teir allir mega vera eitt, at eins og tú, faðir, ert í mær og eg eri í tær, teir eisini mega vera í okkum, til tess at heimurin skal trúgva, at tú hevur sent meg (Jóh 17, 20-21)

Trúargrundarlag

Her ber til at lesa, hvat vit trúgva á

  • Bíblian

    Bíblian er Guds heilaga orð, borin okkum ígjøgnum menniskju. Hon er gudinnblásin og tískil fult og heilt álítandi (2 Tim 3,16; 2 Pæt 1,21; Áps 4,25; Jóh 10,35).


    Bíblian hevur avgerandi og óvikandi myndugleika og er greið og nøktandi til lív og sælu (2 Tim 3,15- 16; Jóh 5,39).

  • Tríeindin

    We believe in the Trinity, which is the doctrine that God is one, existing in three persons: Father, Son, and Holy Spirit. The three persons of the Trinity are distinct and unified, co-existing in perfect harmony and working together to create and sustain the world. We recognize that since God is the Creator and the source of all life, He exists in three persons who are distinct yet united, understanding each other completely and working together to bring about His plans for humanity. We believe that the Trinity is an essential part of understanding God and His purpose for us. By embracing the Trinity, we can have a deeper relationship with the Lord and better understand His will for our lives.

  • Gud
  • Jesus

    We believe in Jesus Christ, the Son of God. He is the central figure of Christianity, the Word of God made flesh. Jesus was sent by God to be the ultimate sacrifice for our sins so that we could enjoy an eternal life with Him. Jesus’ teachings on love, forgiveness, humility, and repentance are at the core of our beliefs. We also believe in Jesus’ resurrection, that it was proof of His deity and the promise of eternal life for all those who believe. We are called to follow Jesus, to live lives of holiness, and to share the good news of the gospel. As we learn to love and serve others, we are reminded of Jesus’ example of love and sacrifice.

  • Heilagi Andin

    Heilaga Andans høvuðsgerningur er at leiða syndarar til Jesus Kristus og varðveita teir hjá honum. Tað ger hann við at sannføra teir um synd teirra og dóm á evsta degi og við at skapa trúgv og álit á Jesu frelsandi náði við Guds orði (Jóh 14,16-18.26; 15,26; 16,8-15; Ef 1,13-14).


    Heilagi Andin býr í hjørtunum hjá øllum teimum, ið trúgva á Jesus Kristus og eru doypt til hansara, og ynskir støðugt at fylla tey (Matt 3,11; 28,19; Áps 1,8; 2,38; 1 Kor 12,13; Gal 3,1-2; Ef 1,13-14; 3,14- 19; 5,18; Tit 3,5).


    Heilagi Andin arbeiðir fyri at skapa góðan ávøkst í lívi teirra, sum hoyra Jesusi til. Ávøksturin er eitt sinnalag, ið elskar Gud og næsta sín í verki (Róm 8,1-17; Gal 5,16-26; 1 Tess 4,3; Hebr 12,14).


    Heilagi Andin fyrireikar Guds børn til tænastu fyri Jesus og gleðiboðskapin. Hann gevur hvørjumeinstøkum eina ella fleiri náðigávurtil tænastu. Náðigávurnar eru margfaldar. Tó at tær boðandi náðigávurnar hava størri týdning enn aðrar, skulu vit tráa eftir øllum náðigávunum (Jóh 15,26-27; Áps 1,8; Róm 12,3-8; 1 Kor 12-14; Ef 4,7-16).

  • Frelsan

    Frelst/ur við trúgv

    Av óendaliga kærleika sínum til øll menniskju sendi Gud son sín í heimin at gera allan heimin sáttan við seg (Róm 3,23-24; 2 Kor 5,14- 15.19; 1 Tim 2,4-6; Hebr 2,9).


    Frelsan er av náði eina. Grundað á Krists verk verður syndarin frelstur (Róm 3,19-31; 4,16; 11,6; Ef 2,8- 9; Ják 1,18.21; 1 Pæt 1,23-25).


    Syndarin verður frelstur eina við trúgv á Jesus. Trúnna skapar Guds Andi við gleðiboðskapinum (Róm 1,16; 3,19-31; 4; Ef 2,8-9; Hebr 11,6; Ják 1,18.21; 1 Pæt 1,23-25).


    Náðin og trúgvin eru neyðug alt lívið hjá Guds børnum (Jóh 3,30; Róm 8,1; 11,6; Gal 3; 1 Jóh 5,11-12).


    Dópurin er ein liður í frelsuni (Mark 16,16)


    Jesu afturkoma og ævinleikin

    Jesus Kristus kemur ein dag aftur. Tíðin frammanundan er merkt av ógvusligum hendingum í náttúruni, alheiminum og mannaættini. Eisini eru endatíðirnar merktar av forfylging av teimum kristnu og villleiðing frá djevlinum (Matt 24; Mark 13; Luk 21; 2 Tess 2,1-12; Opb 13).


    Tá ið Jesus kemur, skal hann reisa øll deyð upp likamliga og halda dóm yvir øllum menniskjum. Teimum, ið trúgva á hann, skal hann geva ævigt lív, meðan tey, ið ikki hoyra honum til, glatast um ævir (Matt 18,8-9; 25,31-46; Áps 1,11; 1 Kor 15; Fil 3,21; 1 Tess 4,13-5,11; Hebr 9,27; Opb 1,7-8; 20,11-15).

  • Náðimiðlarnir

    Jesus Kristus hevur vunnið øllum syndarum Guds náði við deyða og uppreisn síni. Við náðimiðlunum rættir hann syndarum hesa náði, og hon gagnar teimum, ið taka ímóti henni við trúgv á Jesus (1 Pæt 1,23; Ják 1,18; Kol 2,12).


    Orðið (Guds orð)

    Guds orð er livandi og virkið. Tí er Orðið fyrsti og grundleggjandi náðimiðilin, ið eisini virkar í hinum báðum náðimiðlunum, sum eru sakramentini: dópur og altarborð (Róm 1,16; 2 Tim 3,15; 1 Pæt 1,23- 25; Ják 1,18.21; Hebr 4,12).


    Tað er Guds orð, sum ger ein náðimiðil til náðimiðil, ikki orðsins tænari ella tann, ið tekur ímóti náðimiðlinum.


    Dópurin

    Kristni dópurin er náðimiðil. Í dópinum endurføðir Gud Heilagi Andi syndaran, veitir honum syndanna fyrigeving og ævigt lív og festir búgv í hjarta hansara. Tí tørvar øllum menniskjum at verða doypt (Matt 28,18-20; Jóh 3,3-6; Áps 2,38; Tit 3,5; Kol 2,12; 1 Pæt 3,21).


    Tað er Gud, sum virkar í dópinum við Orði og Anda sínum, ikki menniskju. Tí er bert neyðugt at verða doyptur einaferð (Róm 6,3-6; Ef 5,25-27).


    Syndarin tekur ímóti náðini við trúgv á Jesus Kristus og lyfti hansara. Eisini trúnna virkar Gud við orði og Anda sínum. Uttan trúgv gagnar dópurin einki, tí hoyra trúgv og dópur óloysandi saman (Róm 10,17; Gal 3,26-27; Kol 2,12; 1 Pæt 1,23-25).


    Sum Guds Orð talar um børnini, trúnna og dópin, er bæði neyðugt og natúrligt at doypa børn, ið verða uppald í kristnu trúnni (Job 14,4; Sl 51,7; Jóh 3,3-6; Ef 2,3; Matt 18,1-6: Luk 18,15-17).


    Altarborðið

    Altarsins sakramenti er náðimiðil. Har gevur Jesus Kristus syndarum sítt heilaga likam og blóð, sum hann gav fyri allar heimsins syndir. Jesus er veruliga til staðar í breyði og víni, sum vit eta og drekka til hansara áminningar. Tí fær syndarin fyrigeving við altarborðið, so satt hann trýr, umframt at trúgvin á syndanna fyrigeving verður styrkt (1 Kor 10,16-17; 11,23-26; Matt 26,26-28; Jóh 6,47-57).


    Tað er Gud, sum virkar í altarborðinum við Orði og Anda sínum, ikki menniskju (Matt 26,26-28; Jóh 6,51).


    Altarborðið undirstrikar eisini felagsskap teirra trúgvandi (1 Kor 10,17: Luk 22,15).


    Altarborðið er fyri øll, ið vilja bera synd sína til Jesus. Tí er alneyðugt hjá øllum trúgvandi javnan at fáa altarsins sakramenti (Jóh 6,51-57; 1 Kor 11,23-32).

  • Samkoman

    We believe in the Christian doctrinal belief of The Church. We believe that the Church is a holy assembly of believers, united in faith and love. We strive to be a community of believers who are united in our faith in Jesus Christ and in our commitment to serve Him and His kingdom. We are committed to loving God and loving others, and to be known for our love for one another. We believe that the Church is a body of believers who are called to serve and to proclaim the gospel of Jesus Christ to all people. With the guidance of the Holy Spirit, we seek to be faithful disciples of Jesus and to follow His teachings. We strive to live out our faith through loving actions and service to our community and the world.

  • Bønin

    We believe in the power of prayer, both individually and corporately, as an expression of faith in God's work in our lives. Prayer is an essential part of a Christian life and is used to talk to God and to communicate with Him. We pray for guidance, strength, healing, protection, and for our families, friends, and community. Through prayer, we seek to deepen our understanding of God's will and His plans for our lives. Praying helps us grow closer to God and to gain a better understanding of His will and how we can best serve Him. When we pray, we open ourselves up to God and He will answer us in His own way and in His own time. Prayer is a beautiful and powerful way to communicate with our Heavenly Father and to seek His love and guidance.