Tí at líkasum vit á einum likami hava nógvar limir, men limirnir hava ikki allir sama gerning, soleiðis eru vit hinir mongu eitt likam í Kristi, men hvør fyri seg eru vit limir hvør hjá øðrum (Róm 12, 4-6)
Gud hevur givið okkum ymiskar gávur, og vit trúgva, at øll kunnu hjálpa við onkrum. Nógv arbeiði liggur aftan fyri virksemið í húsinum, og hetta krevur góðar hendur. Niðanfyri ber til at síggja ymisku tiltøkini og greinarnar í KFUM&K. Her kanst tú finna eina tænastu, sum tú kanst vera við í.


Junior er ætlað 5.-7. flokki. Vit hoyra bíbliusøgur, spæla spøl og spurnakappingar og fáa drekkamunn

Her lesa vit úr Bíbliuni og tosa um tað, sum vit hava lisið.

Ungdómsmøtið er ætlað ungum frá fermingaraldri og eldri. Her hoyra vit góðan boðskap, syngja saman, spæla spøl, og so er altíð ein góður drekkamuður at fáa. Bønarløta er hálvan tíma áðrenn ungdómsmøtið.

Ein løta til børnini, har vit hoyra bíbliusøgur, syngja, biðja og stuttleika okkum saman. Harumframt verður javnan gjørt meira burturúr við drekkamunni, ítrívum og útferðum.
Lat okkum seta okkum í samband við teg, ver við til at biðja fyri øðrum ella lat eina gávu
Her síggjast ymsu greinarnar í húsinum