Vit eru ein samkoma fyri børn, ung og eldri, sum vilja kenna Jesus, vaksa í trúnni og boða øðrum gleðiboðskapin.


Vit eru øll skapt í Guds mynd, og vit eru øll ymisk. Vit hava tiltøk av ymsum slagi til ymsar aldursbólkar og áhugabólkar. Í øllum, sum gongur fyri seg í húsinum, eigur Gud at vera settur fremst, og vit eiga at læra og at vaksa í trúnni.
Okkara ynski er, at tú kennir teg væl, og at vit kunnu vísa tær sama kærleika, sum Jesus vísir okkum. Um tú vilt vita meira, kanst tú trýsta á knøttin niðanfyri.
Fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði er felagsmøti fyri alla samkomuna kl. 14:00. Aðrar sunnudagar er møti kl. 18:00. Tú ert hjartaliga vælkomin.
Her fæst nærri kunning.


Í KFUM&K hava vit starvsfólk og sjálvboðin, sum umboða okkum í ymsum nevndum. Tey síggjast her.

Her sært tú, hvat er á skránni komandi tíðina.
“Tí at líkasum vit á einum likami hava nógvar limir, men limirnir hava ikki allir sama gerning, soleiðis eru vit hinir mongu eitt likam í Kristi, men hvør fyri seg eru vit limir hvør hjá øðrum.” (Róm 12, 4-5)
Stórt andaligt og handaligt arbeiði liggur aftan fyri virksemið í samkomuni. Hevur tú gávur, sum tú kanst tæna við?
